Starv

Handilslærlingur til KBI

Hvat skal til fyri at gerast eitt gott sølufólk? Hvussu loysir man trupulleikan hjá kundanum? Hvussu veitir man eina góða tænastu? Hetta lærir tú, tá ið tú kemur í læru hjá KBI – Føroya fremsti veitari til fiskivinnuna og byggivinnuna.

Vit søkja eftir handilslærlingi til handverkarabúðina í Klaksvík. Her finnur tú eitt breitt úrval av vørum innan amboð, trygdarútgerð og tekniskum lutum. Saman við handilstoyminum verður tín uppgáva at tryggja, at handilin livir upp til øll krøv um góða tænastu.

Í lærutíðini fert tú eisini á skúlabonk í Danmark, har tú kemur at hitta aðrar lærlingar úr kongaríkinum, sum brenna fyri tí sama sum tú.

Uppgávurnar sum lærlingur eru sostatt bæði teoretiskar og praktiskar, har tú sleppur at brúka tína vitan í verki í okkara handli. So um tú ynskir eina yrkisleið í føroyska vinnulívinum, so er eitt lærupláss hjá KBI ein góð byrjan.

Uppgávur

  • Tænastuveiting og vegleiðing til kundar í handlinum
  • Lýsingar til sosialar miðlar
  • Innkeyp frá útvaldum veitarum

Krøv

  • Miðnámsprógv ella FHS
  • Vilja til at veita eina góða tænastu
  • Hug til eina yrkisleið innan vinnulívið

Arbeiðságóðar

  • Arbeiðstelefon
  • Morgunmat og góðan miðmála
  • Fittar og raskar starvsfelagar umframt stuttligar starvsfólkadagar
  • Góða grundútbúgving sum sølufólk

Umsókn

Send okkum eina umsókn, har tú lýsir teg frá tíni bestu síðu. Umsóknin skal sendast til Oddbjørg A. Sigurðsson á oas@kbi.fo. Hevur tú spurningar, so kanst tú antin senda ein teldupost ella ringja á 23 02 06.

Freistin at søkja er 1. august, og tú byrjar í læru tann. 1. september.

Um KBI

KBI er Føroya fremsti veitari til fiskivinnuna og byggivinnuna. Vit leggja alla orku í at veita skjóta og góða tænastu og at raðfesta góðsku, og tískil umboða vit einans kend vørumerki á hægsta altjóða stigi. Okkara høvuðsvørubólkar eru eitt nú amboð, trygdarútgerð, tekniskir lutir, olja, kemi, reingerð og pakningar. Vit halda til í Klaksvík, har tú eisini finnur okkara høvuðsskrivstovu. Samtakið fevnir eisini um fyritøkurnar Pólar og Solberg.