Um okkum

UM KBI

KBI hevur viðskiftafólk bæði í Føroyum og um allan heim, og felagið veitir dygdargóðar tænastur til vinnuna, tað almenna og tað privata.

Síðan fyritøkan varð stovnað í 2002 í Klaksvík, hevur felagið ognað sær hollar royndir sum veitari til framleiðsluvirki, sjó- og alivinnu, almennar stovnar og frálandavinnu.

KBI setur viðskiftafólkið fremst, og javnan hava vit góð tilboð. Okkara aðalmál er at veita skjóta og góða tænastu, og vit eru serfrøðingar í at loysa tær heilt truplu uppgávurnar. 

KBI raðfestir góðsku og umboðar fleiri kend vørumerki á hægsta altjóða stigi til dømis Castrol, SKF, Wencon, Zarges, Migatronic, Norgren, Bel Ray, SCA/Tork, Unitor/Wilhelmsen Ship Service, Gedore og Reabrook. Okkara mongu umboð tryggja, at kundin altíð fær ta bestu vøruna.

Okkara mál er at vera fremst á marknaðinum og at veita serstakliga góða tænastu. Vit líta frameftir og halda á við at fáa alsamt størri úrval av vørum og tænastum.