Handilin
Handilin

Føroya størsti amboðshandil

Í Klaksvík hava vit Føroya størsta amboðshandil. Goymsluhølið, á 1300 fermetrar, er fult av dygdargóðum vørum.

Okkara úrval fevnir millum annað um amboð, maskinur, kompressarar, sveisitól, trygdarútgerð, gass, grillir, olju, legur, vaskiútgerð, sápu og hitapumpur. Umframt okkara stóra úrval útvega vit viðskiftafólki okkara tað, ið tørvar.

Starvsfólk okkara hava stóran kunnleika til tær vørur og loysnir, ið vit umboða – og eru altíð til reiðar við góðum ráðum og íblástri til, hvussu uppgávurnar kunnu loysast skjótt og skynsamt til gleði fyri kundan.

 

Útkoyring

Sum viðskiftafólk hjá KBI fær tú vøruna koyrda hagar tú vilt, og tá tú vilt.